|
|
| Avtakið almennu brennivínssøluna, sparið milliónir | Skriva út |
|---|
| | Skrivað hevur: Heðin D. Poulsen | | | | Bara í almennum lønum kostar almenna rúsdrekkasølan árliga 12 milliónir at reka og eru samlaðu útreiðslurnar hjá almennu brennivínssøluni yvir 100 milliónir árliga. Tað er burturvið at spara í almannaverkinum, heisluverkinum og innan útbúgving, tá so nógvir pengar kunnu sparast við at avtaka almennu brennivínssøluna. | | | Rúsan tálmar ikki nýtsluni At tað almenna skal standa fyri og skipa søluna av brennivíni er absurd. Uppgávan hjá tí almenna liggur í vælferðaruppgávum, ikki í brennivínssølu. Hugskotið um, at Rúsan skuldi hava eina tálmandi ávirkan á rúsdrekkanýtsluna er ikki veruleikin í dag, tá tað so einfalt ber til at fáa fatur á rúsdrekka, sjálvt hjá teimum sum liggja rúsaði heima við hús.
Hugburðurin tálmar nýtsluni Í miðlunum hava vit hoyrt løgregluna greitt frá hvussu friðarlig Ólavsøkan hevur verið og er tað eyðsæð at nýtslumynstrið er broytt. Tað er ikki longur neyðugt hjá føroyinginum at fara í býin á Ólavsøku bjálvaður við øl og brennivín, tí nú ber til at keypa tað ein vil av sterkum í býnum. Við at liberalisera og sjónligera rúsdrekka er hugburðurin til rúsdrekka broyttur og harvið nýtslumynstrið.
Eyka inntøkur Við at lata søluna av sterkum upp í hendurnar á privatum, hevði eisini borið til at skapt eyka inntøkur við at selt loyvir til handlarnar sum vildu selja strekt. Og sjálvt um almenna brennivínssølan var avtikin, so høvdu sjálvandi avgjøldini framvegis komið í landskassan, bert uttan almenna umsiting.
|
|
|
| |
|
|
| |
Sjálvstýrisflokkurin • Postboks 141 • FO-600 Saltangará |
|
| |
|
|
| |
|
|
|